eivør eivør
Menu

Discography

Eivør Pálsdóttir

eivor_palsdottir900x900
Release Date: June 17, 2000
Available now on:

 

Eivør’s debut album Eivør Pálsdóttir is grounded in traditional Faroese folk music and jazz. Backed by a trio of Faroese jazz musicians. Recorded at Focus Recording in Copenhagen, Denmark and at various locations in the Faroe Islands. Mixed by Hans Nielsen at Focus Recording.

Lyrics


1. Ástarstund

títt vakra smíl tað prýðir teg
lat meg eiga ein part av tær
mítt hjarta slær so títt tá tú
smílist ímóti mær
áh, gev mær bert ein dag við tær
í hesi ástarstund
áðrenn eg felli í tann æviga náttarblund

lat meg lána sinni títt
av gulli gjørt tað er
tað vil eg hava við mær
á míni longu ferð
áh, gev mær bert ein dag við tær
í hesi ástarstund
áðrenn eg felli í tann æviga náttarblund

hjarta mítt tað eigur tú
ja eina títt tað er
so kom við mær, lat meg vísa tær
hvat kærleiki er
áh, gev mær bert ein dag við tær
í hesi ástarstund
áðrenn eg felli í tann æviga náttarblund

2. Randaðu rósur

randaðu rósur
roðandi vín
lættur og ljósur
var láturin tín

várvøkur veitti
tú villandi dreym
øran meg tveitti
í sólgyltan streym

tá randa rósur
roðandi vín
lættur og ljósur
var láturin tín.

væl angar lyngur
um várkystu grund.
hindløtt tú springur
til favnhollan fund

ljósareytt lingur
litaði ong
stjørnkvirrur kringur
um signaðu song

tá randa rósur
roðandi vín
lættur og ljósur
var láturin tín

3. Vakrasti dreymur

blunda lítla barnið
blunda lítla barnið
her hjá mammu síni
undir fjálgu dýnu
nú er nátt
morgun verður brátt

vaknar lítla barnið
vaknar lítla barnið
ljóst er úti nú
vakin liggur tú
mamma brosar blítt
elskar barnið sítt

4. Áh, kundu á tiðarhavi

áh, kundu á tíðarhavi
vit akker kastað ein dag
tá vit hava eydnuna vunnið
so hon ikki rýmdi avstað

tíðin legg tínar veingir
saman bert hesa stund
meðan eg sælur kyssi
mítt sólfagra ástarsprund

og løtan hin signaða ríka
á kvirru, ástheitu nátt
áh, lat meg í kossinum doyggja
tá hvíli eg æviga gott

5. Vársins ljóð

tú heldur, at summarið koma skal
við blómum í bakka og ból
men fyrst má eg syngja tær sólina fram
at skína um heygar og hól

eg andi lív í ein sóljukopp
hygg hvussu hann brettir sær á
men fyrst má eg bræða tær kavan burt
so fram vinna dái og strá

eg sigi við ánna og kelduvað
at nú verður summarið skjótt
í lofti skal hoyrast kátt fuglakvæð
av snípu og stara og lógv

og hagin skal klæðast í summarskrúð
har tjøldrini reiða sær ból
um dimmið skal sólin sær søkja búð
og lita tær havið sum glóð

eg gevi tær sóljur og smærubrá
tann gávan man falla tær væl
og børnini fáa ein berjadag
við ljósi og kátasta lag

eg finni fram frægastu loynimið
og tey skulu børnini fá
tá vár okkum gistir eitt annað ár
eg veit, at tú gleðast man tá

6. Lítla barnið

blunda lítla barnið
blunda lítla barnið
her hjá mammu síni
undir fjálgu dýnu
nú er nátt
morgun verður brátt

vaknar lítla barnið
vaknar lítla barnið
ljóst er úti nú
vakin liggur tú
mamma brosar blítt
elskar barnið sítt

7. Í Gøtu ein dag

í gøtu ein dag
har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð:
tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár
tað ýlur av stormi – tó ei rørdist hár,
klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff.
:,: øll gøta var paff. :,:
ei undur var í:
í tróndargjógv undir borðoyarlíð
lá tróndur og rembdist, hann spenti so fast,
at trølkonufingur í liðinum brast,
og kellingin datt, hon stóð har so trygt,
:,: og risin fekk gikt :,:
nú vaknaði við
hin gamli í gjónni og royndi eitt stig,
men tungur var bulur og beinini veik,
tó hvat gjørdi tróndur tá mátturin sveik?
hann gandaði geyta í grøvini lá,
:,: so geyti stóð hjá. :,:
teir heilsaðust so.
hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð.
eg svav her so leingi, eg sigi tær satt,
eg veit ikki hvussu í føroyum er statt.
um tingið er sett og um menn lata skatt,
:,: meg lysti at frætt. :,:
tað gekk so ein tíð,
og geyti kom aftur í borðoyarlíð.
”jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók
um sigmund og teg og um kalvan teg tók.
í gandi hvør maður í føroyum er nú
:,: nógv betur enn tú. :,:
teir sigla í logn,
teir rógva og hava ei árar í ogn.
teir tosa úr gøtu og suður í vág,
úr føroyum til hetlands eitt ílatog lá;
hin “rómarski” pávin lá deyður ein dag -
:,: brátt vistu teir tað. :,:
men fólkið er smátt,
og kvinnurnar detta um miðjuna brátt.
á høvdinum bera tær fjarðar og gras,
og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las.
á monnum er pannan so høg, at eg sá
:,: hana aftanífrá. :,:
og alt letur skatt,
og mjøður er bannaður – jú tað er satt.
tað mesta av jørðini fór undir kong” -
tá suffaði tróndur: “so aftur í song! -
men sig hvat ger tingið. nú statt ei og bín!”
:,: “jú, teir selja grýn!” :,:

8. Silvurkannan

drívur døgg um døkka grund
dimmist millum fanna
oman fyri eikilund
hongur silvurkanna

náttin hylir hørg og hól
teskar undir lyngi
fýra nætur fyri jól
dansa frýr í ringi

fyrsta reyð og onnur blá
triðja grøn við brota
fjórða hvít við gulli á
hon ber gyltan sprota

oman fyri eikilund
hongur silvurkanna
skínur yvir alla grund
dansar lítla anna

9. Føroyar mín móðir

føroyar mín móðir títt signaða navn
í hjartanum rúnarrist stendur
títt sorgblíða bros
títt mjørkaloft dró
tín son sjálvt við sólgyltu strendur

um tú vart alt bjart
sum eg hugsa mær kann
ein blóma frá paradís strondum
ein perla mót øllum í heiminum var
ja, valdaði ríkjum og londum

tá kvað eg tær kanska eitt stoltari lag
eitt kvæði av brimdun og toru
men kundi ei elska teg hægri enn nú
mítt friðlýsta heim móti norði

10. Jesuspápin

góði besti jesuspápin
ver hjá mammu og babba
“bagla lukla” beiggja
signa so boga
hjálp teimum, sum líða neyð
jesuspápin heilsa abba
sig “abbi mær leingist so illa eftir tær”
og omma biður heilsa
omma signa meg
nú mást tú royna
ongantíð gloyma
jesuspápin er her hjá tær

11. Som den gyldne sol fremmbryder

som den gyldne sol fremmbryder
gjennem den kulsorte sky
og sin straale-glands udskyder
saa at mørk og mulm maae flye
saa min jesus af sin grav
og det dybe dødsens hav
opstod ærefuld af døde
imod paaskemorgenrøde

synd og død og alle pile
som satan skyde kan
ligger brude ved din hvile
udi gravens mørke land!
der begrov du dem og gav
mig en sikker trøste-stav
at ved din oprejsnings ære
jeg skal sejer-palmer bære

tak for al din fødsels glæde
tak for dit det guddoms ord
tak for daabens hellig’ væde
tak for naaden ved dit bord
tak for dødens bitte vee
tak for din opstandelse
tak for himlen du har inde
der skal jeg dig see og finde

12. Giv fred fremdeles

giv fred fremdeles i vort land
velsignelse af jord og vand
hver i sin nering, stand og sted
maa nyde sin nødtørftighed

hver paa sin lovlig vej ledsag
til land og vand i denne dag
lad dine engle følge dem
i hvor de farer ud eller hjem

saa glemmer du og ikke mig
i hvis jeg nu haver bede dig
at fremme min nødtørft og gavn
thi gaar jeg ud i jesu navn