On Krákan Eivør further develops her jazz/folk phrasings with a band featuring Icelandic jazz musicians. Recorded at Rainbow Studios in Oslo, Norway and at Studio Sýrland in Reykjavík, Iceland. Mixed by Jan Erik Kongshaug at Rainbow Studios.
Lyrics
1. Rósufarið
kaldur dropi er eygað hjá tær
aldri tú finnur títt rósufarð
leita og leita í alla nátt
slapst tú ikki inn um fjallagátt
droymir teg burt til dreymannahav
í rósufari tú flýgur avstað
blíðastu tónar og fagrastu sprund
rura teg, rura teg blídligt í blund
kveistra, kveistra nú tárini vekk
kveistra, kveistra nú tárini vekk
tú skalt fáa gull uppí fullan sekk
dreymar bera teg upp um fjøll
leiða teg so aftur í heimahøll
hví skuldi tú friðleysur leita so fjart
lær teg at elska, tað, sum tú sært
2. Har heitur eldur brann
lat meg leiða teg á mín loyniveg,
har heiti eldur brann,
og enn hann brenna man.
tí hjarta mítt tað slær bara fyri tær,
so kom tú nú við mær,
meðan sól enn sær.
í náttardreymum síggi eg teg,
onga sjón so fagra sæð havi eg,
tá kann mítt hjarta finna frið trygt við tína lið.
3. Hjarta mitt
míni eygu sukku í djúpa hav í nátt,
og hjarta mítt brann eins og eldur,
og sjálvt um luftin var ísakøld,
so vermdu meg tínar heitu hendur.
nei, aldi eg gloyma man tvey eygu so rein,
og andlitið so yndisligt, blítt,
og um eg ikki tá var farin heim,
tá mundi tú stolið hjarta mítt.
4. Krákan
krákan situr á steini,
hakkar í beinið,
fyrra var eitt pottabrot,
annað var eitt útskot í ringi,
triðja var ein røvari á tingi.
nú skal elisabet venda sær í ringi
krákan situr á steini,
hakkar í beinið,
fyrra var eitt pottabrot,
annað var eitt útskot í ringi,
triðja var ein røvari á tingi.
nú skal elinborg venda sær í ringi
5. Kansa ein dag
kanska ein dag
finna vit frið
kanska ein dag
flúgva fuglar lið um lið
kanska ein dag
tá høga aldan hevur lagt seg
kanska ein dag
so finna vit frið
6. Nú brennur tú í mær
tá ið eg sá teg fúka framvið
fann mítt lítla hjarta ongan frið
tín eldheiti kossur brendi meg
og aldri aftur skal eg kyssa teg
nú brennur tú í mær
nú brennur tú í mær
tá ið eg sá teg balla teg inn
í dúnmjúka heita kropsskinn
kyssa hennar vælangandi tár
lata hana grøða tíni sár
nú brennur tú í mær
nú brennur tú í mær
7. Rura barnið
rura rura barnið,
krýtin stendur í jarni,
mamman situr og treskir korn,
pápin blæsur í lúðurhorn,
systirin seymar klæðir upp á barnið;
vil ikki barnið tiga, tak um legg,
slá í vegg, – so skal barnið tiga
8. Sum sólja og böur
hann angar sum sólja og bøur,
sum tað bláa hav.
hann sigur tær vakrastu søgur,
tá sól er farin í kav
hann droymir teir vakrastu dreymar
hvønn tann einasta dag,
droymir seg burtur um dalar og heyggjar,
til støð hann ei hevur sæð
á um bert ein dag eg kundi
flogið avstað við tær,
men vit hittast bara, tá ið eg blundi
í náttardreymum hjá mær
nú komin er kvøldarstund
eg droymi meg burt til tín
og eg sovi mín søta blund
tú ert fagrasti dreymur mín
9. Brostnar borgir
brostnar borgir, ið bløða
á køldum illveðursdegi,
hvør vónsvikin sál nú liggur
í brennandi øskutrogi
11. Hjarta mitt (Icelandic Version)
augu mín sukku í djúpin í kvöld
og hjarta mitt brann eins og eldur.
og þó að nóttin væri ísköld
þá yljuðu þínar heitu hendur.
nei, aldrei ég gleyma mun
augunum þeim.
og andlitið yndislegt, blítt.
en hefði ég ekki í nótt farið heim
þá ættir þú núna hjarta mitt