eivør eivør
Menu

Discography

Slør

slor900x900
Release Date: October 16, 2015
Available now on:
Loading tracks...


Slør
is characterized by a dark electronic and exploratory feel. It is Eivør’s most beat oriented album without completely forgoing the folk sensibilities of recent efforts. The album has a raw and reflective outlook and is also her first album in a decade to exclusively feature lyrics in Faroese. Recurring themes are wanderlust and the longing for freedom. Produced by Tróndur Bogason with beat production by Høgni Lisberg. Recorded at Studio Bloch in Tórshavn, Faroe Islands. Mixed by Addi 800 at Room 313 in Reykjavík, Iceland.

Lyrics

1. Silvitni

í mánalýsi
síggi eg
korallrivini
glitra ígjøgnum silvitnið
í tínum eygum

eg lati meg søkka
niður í djúpið
lati meg draga
inn í vakurleikan
sum býr í tær

og eg gloymi mína óró
minnist aftur mína eydnu

einki kann toga meg frá tær nú
eingin kann elska meg sum tú

eg veit at tú elskar
sum var eg tín eydna
verjir meg
sum var eg dukandi hjartað
í tínum brósti

eg nemi við teg
sum vart tú ein lutur
av mínum kroppi
sum vóru vit spunnin saman
av somu æðrum

um vit sigla í brotasjógvi
kava niður í aldudalar

einki kann toga meg frá tær nú
eingin kann elska meg sum tú

2. Brotin

tú ert brotin
farin í tvíningar
veingjaskotin
finnur onga meining í nøkrum
kennir teg læstan fastan í fjøtrum

hvussu loysir tú
henda sálarknút?
hvussu brýtur tú út
ímillum tær trongu rimarnar
út í ein opnan heim sum rúmar tær?

dansa vilt í náttini svørtu
kenna ikki morgunin enn
okkara brotnu hjørtu
taka eitt fet í senn

eg veit at tú
ert ikki ólíkur mær
undir hyljandi húð
vovin úr sama vevnaði
tráandi eftir eydnuni eins og eg

dansa vilt í náttini reyðu
kenna ikki morgunin enn
berjast ímóti streyminum
taka eitt fet í senn

dansa vilt í náttini reyðu
síggja ikki sólina enn
ongantíð vóru vit eins og tey
vit taka eitt fet í senn
taka eitt fet í senn
taka eitt fet í senn

3. Salt

saltið í kroppinum
er havið í mær
ein drukkin tíðarflóð
ein sárur streymur

og sjógvurin tyngist
alt togar móti dýpinum
eg veit eg má fara
eg eg veit at eg kann

í undirhúðargjáum
fossar mín longsul
grópar upp tíðina
máar burtur óttan

og sjógvurin tyngist
alt togar móti dýpinum
eg veit eg má fara
eg veit at eg kann

langt burtur úr landi
hómi eg gráan av minnum
lati aldurnar taka meg
føli djúphavið darra

havið er í mær
er saltið í tárunum

og sjógvurin tyngist
alt togar móti dýpinum
eg veit eg má fara
eg veit at eg kann

4. Mjørkaflókar

mjørkaflókar leggja seg
sum ein dúnmjúk dýna yvir bygdina
yú stendur við gluggan og hyggur út
í tokudalin

grátt út yvir grátt
fjalt er alt sum var grønt og blátt
høgu fjøllini
eru ballað inn
í mjørkaflókar

eygu tíni eru fjar
sum síggja tey okkurt eingin annar sær
eg hevði ynskt eg sá við tínum eygum
tín veruleika

grátt út yvir grátt
fjalt er alt sum var grønt og blátt
høgu fjøllini
eru ballað inn
í mjørkaflókar

aldrin kendist tú
so langt burturi sum nú
men eg síggi teg
gjøgnum opini
millum regndropar

5. Petti fyri petti

tá tú ert nær eri eg nakin
fái ei fjalt míni arr
tú límar meg saman petti fyri petti
til einki er eftir brotið

tá tú ert nær fái eg eitt andlit
og gríman eg gjørdi mær dettur av
tú skoðar ígjøgnum búnan eg beri
tú sært hvør eg eri innast inni

tú vísir mær heimin í morgunroða
opnar eygu míni
eg síggi tað stóra í øllum tí smáa
í nærveru tíni

tá tú ert nær hvørvur mín ótti
tøgnin larmar ei longur innan í mær
eg samli meg saman petti fyri petti
til einki er eftir brotið

6. Røttu skógvarnir

tað tekur ofta sína tíð
at finna stevið innaní
eina løtu løtt á tá
men skjótt kann kennast tungt at lyfta fót uppfrá

bíða, bíða eftir mær
eg eri nær
hav tol við mær
tað tekur ofta langa tíð
at finna røttu skógvarnar at ganga í

niðan brøttu brekkuna
kennist sum eg standi í stað
glopraregn og heglingsæl
viðhvørt liggur ættin ikki sum hon skal

bíða, bíða eftir mær
eg eri nær
hav tol við mær
tað tekur ofta langa tíð
at finna røttu skógvarnar at ganga í

bíða, bíða eftir mær
eg eri so nær
hav tol við mær
tað tekur ofta langa tíð
at finna røttu skógvarnar at ganga í

bíða, bíða eftir mær
skjótt eri eg har
hav tol við mær
tað tekur ofta langa tíð
at finna røttu skógvarnar at ganga í

7. Í Tokunni

gangi í tokuni
eina í djúpu kvirruni
síggi ongar varðar
burtur allir garðar
rópi men eingin svarar

inn ímillum gloppini
í mjørkaklæddu náttini
hómi eg skuggar
tykist sum okkurt rørir seg har
rópi men eingin svarar mær

vinur, vinur sært tú meg?
gangi her í tokuni
hevur tú reikað líka sum eg
í deyðadjúpu kvirruni?

sást tú gøtuljósini
lýsa í bygdini?
sást tú hvat tey gjørdu har?
minnist tú hvussu støðan var?
leitaði nakar eftir mær?

vinur, vinur sært tú meg?
gangi her í tokuni
hevur tú reikað líka sum eg
í deyðadjúpu kvirruni?

hevur tú eins og eg
gingið í tokuni
burturvilst frá slóðini
ytst á fjallatromini?
kennir tú hetta einsemið?

vinur, vinur skilur tú meg?
veitst tú nakran loyniveg?
hevur tú reikað líka sum eg
í endaleysu óvissuni?

vinur, vinur skilur tú meg?
veitst tú ongan loyniveg?
hevur tú reikað líka sum eg
í endaleysu tokuni?

8. Verð Mín

fríða náttin er ein eimur
stjørnugrús, nú vaknar heimur
nakin standi eg
eina her

maður vakur men so styggur
nærkast varisliga, hyggur
taradimt er hár
tinnuhúð

verð mín

undan fert tú eftir hæli
bangin, stundar eftir sælu
tøld eg fylgi tær
verð hjá mær

nærkast hav og himmalrendur
kveiktar skelva tínar hendur
til tín komi inn
nem við meg

verð mín

skrínið læsti, lykil fjaldi
signaði ímóti galdri
maður er mítt hav
nátt er av

tokkabundin hann meg fevnir
nevnir meg ein eydnulut
farin eru øll
einsamøll

verð mín

mín ham mítt hylki
eg sakni tað ikki

ein ham eitt hylki
eg gloymi tað ikki

9. Slør

meðan slør leggjast á sjóvendar gluggar
meðan farin tíð kámast burtur í søltum hvirlum
meðan morgunáin fyllist móti sínum streymi

elskar tú meg
elskar tú meg

meðan stjørnur enn speglast í glarum fiskaeygum
meðan nýmánin styggur svimur inn í dagslýsi
meðan mannabørn veittra dreymavinum farvæl

elskar tú meg
elskar tú meg

meðan dropadøgg fyllir blómulógvar
meðan vit titra í flógvum óviti
meðan fuglalát geisla í kvirruni

elskar tú meg
elskar tú meg

10. Trøllabundin

trøllabundin eri eg
galdramaður festi meg
trøllabundin djúpt í míni sál
í hjartanum logar brennandi bál

trøllabundin eri eg
galdramaður festi meg
trøllabundin inn í hjartarót
eyga mítt festist har ið galdramaðurin stóð

Video

Album Review

5/6 stars!!!
- GAFFA! Danish Music Magazine